Atlantic Airways
| Atlantic Airways | ||
|---|---|---|
| IATA RC | ICAO FLI | Koda FAROELINE |
| Stovnað | 10. november 1987 | |
| Byrjað flúgving | 28. mars 1988 | |
| Frequent flyer | EuroBonus | |
| Flota stødd | 3 flogfør og 2 tyrlur | |
| Ferðamál | 7 | |
| Høvuðssæti | ||
| Lyklafólk | Niels Mortensen (nevndarformaður)
Jóhanna á Bergi (stjóri) Magni Arge (fyrrverandi stjóri) | |
| Heimasíða: http://www.atlantic.fo | ||
Atlantic Airways (føroyskt; Atlantsflog) varð stovnað tann 10. november 1987 og fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988. Atlantic Airways varð stovnað til tess at menna føroyska flogvinnu og flogferðslu. Stjórin í Atlantic Airways er Jørgen Holme. Skrivstovan hjá Atlantic Airways liggur á flogvøllinum í Vágum og á Kastrup Flogvølli í Keypmannahavn.
Búmerkið hjá Atlantic Airways er ein súla - hetta er ikki tað einasta búmerkið, Atlantic Airways hevur havt. Áðrenn var tað 2 A í føroyskum flagglitum, sum vóru samantvinnað.
Starvsfólkaliðið taldi í 2012 168 ársverk, flogførini eru fýra og tyrlurnar tríggjar í tali hjá felagnum[1].Til samanberingar, so vóru í fyrsta ársfjórðing í 2008 204 fulltíðar starvsfólk hjá Atlantic Airways, og hevði felagið 7 flogfør og 3 tyrlur[2]. Felagið rekur størsta arbeiðsplássið í Vágum og telist eisini millum tey størstu í Føroyum.
Søga

- 1988 Fleyg Atlantic Airways sín fyrsta túr ímillum Føroyar og Danmark.
- 1999 Fór Atlantic Airways at flúgva til Noregs.
- 2002 Ferðafólkatalið hjá Atlantic Airways fór upp um 100 000.
- 2004 15. juni - Triðja flogfarið hjá Atlantic Airways kom til Føroya.
- 2004 Atlantic Airways verður heiðrað sum Ársins átak.
- 2006 15. mai - FaroeJet tekur kappingina upp við Atlantsflog, men gevst innan ársenda av fíggjarligum orsøkum.
- 2006 10. oktober - Ein vanlukka í Stord, Noregi krevur fýra mannalív.
- 2007 Desember varð triðingurin av partapeninginum í Atlantic Airways seldur av landsstýrinum til privat, og samstundis varð Atlantic Airways skrásett á virðisbrævamarknaðinum OMX.
- 2012 Nýggja Airbus A319-flogfarið kemur til Føroya frá flogfarssmiðjuni hjá Airbus í Hamburg tann 22. mars[3]. Flogfarið flýgur sín fyrsta rututúr tann 28. mars sama ár.
- 2013 Nevndin skifti stjóran út, Magni Arge fór frá og nýggjur fyribilsstjóri gjørdist danin Jørgen Holme.[4]
- 2015 Jóhanna á Bergi gerst stjóri í Atlantic Airways og skrivar søgu, við tað at hon er fyrsta kvinnan í er forstjóri í einum norðurlendskum flogfelag.[5]
Flotin

Flotin hjá Atlantic Airways telur í dag (juli 2014) 4 flogfør og 2 tyrlur[6]:
| Slag | Tal | Ferðafólk[7] | Skrásetingar |
|---|---|---|---|
| Airbus A319 | 3 | 144 | OY-RCG, OY-RCH, OY-RCI |
| Avro RJ100 | 1 | 97 | OY-RCC |
| Bell 412 | 2 | 11/13 | OY-HSR, OY-HSJ |
Heiður
Trý flogfeløg vórðu heiðrað sum ársins flogfelag í Evropa við ávikavist gullmerki, silvurmerki og bronsumerki á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin hin 21. september 2012. Atlantic Airways fekk bronsu. Magni Arge, stjóri, fekk vegna Atlantic Airways handað Airline of the Year-heiðursmerki fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar.[8]
Hendingar og vanlukkur
- 2008 24. mars misti ein BAe 146 nasahjólið á flogfarinum beint áðrenn fráferð úr Kastrup Floghavn. Flogfarið lendi í Føroyum uttan trupulleikar; flogskiparinir høvdu ikki uppdaga nakað óreglusemi. [9].
- 2006 10. oktober fór ein BAe 146-200A av breytini í Stord floghavn í Noregi. Umborð vóru 16 fólk. Tólv vóru ferðafólk og manningini taldið fýra. Av hesum 16 doyðu fýra, meðan hini megnaðu at rýma úr vrakinum.[10][11][12].
- 1989 í Vága Floghavn kundi ein BAe 146-200A ikki steðga á lendingarbreytini og koyrdi tí inn í eina trygdarmerking. Ongin kom til skaða.
Keldur
- ↑ s.4 í hálvársroknskaprin 2012 hjá Atlantic Airways (á enskum)
- ↑ s. 5 í 1. kvartalsroknskapinum 2008 hjá Atlantic Airways (á enskum)
- ↑ Airbus.com: "Atlantic Airways takes delivery of its new Airbus A319"(á enskum)
- ↑ kvf.fo, Magni Arge skiftur út. Skrivað hevur Ingi Samuelsen hin 17.11.2013 - 09:11
- ↑ kvf.fo - Jóhanna á Bergi skrivar norðurlendska søgu, skrivað hava Høgni Djurhuus og Sigrún H. Brend 03.06.2015 - 10:00.
- ↑ https://www.atlantic.fo/en/about-us/the-company/fleet/oy-rcg-a319/
- ↑ "Trafikstyrelsen - Nationalitetsregisteret". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2016-01-12. https://web.archive.org/web/20160112075555/http://dcaa.trafikstyrelsen.dk/natregister/. Heintað 2012-08-04.
- ↑ "Aktuelt.fo, Atlantic Airways kosið ársins evropeiska flogfelag". Talgilda eintakið, gjørt eftir tí talgilda frumeintakinum , varð goymt í skjalasavni á netinum tann 2012-09-22. https://web.archive.org/web/20120922092146/http://aktuelt.fo/grein/atlantic_airways_kosid_arsins_evropeiska_flogfelag_vi_bronsumerki. Heintað 2012-09-21.
- ↑ "Fund af flyhjul skabte forskrækkelse" (Danskt), úr politiken.dk
- ↑ "Norway runway blaze kills three", frá BBC News, 10. oktobur 2006.
- ↑ Vanlukkufrásøgn fyri OY-CRG, frá Aviation Safety Network Database, 10. oktobur 2006.
- ↑ Fyribils vanlukkufrásøgn á norskum Archived 2009-03-20 at the Wayback Machine, frá 25. oktobur 2007
Slóðir
- Atlantic.fo.
- Airliners.net - Atlantic Airways (nógvar myndir).
- Atlantic Airways. Í: Faroe Isles Review nr. 1/1991.
Content Disclaimer
Informasi ini disarikan dari Wikipedia dan disajikan kembali untuk tujuan edukasi. Konten tersedia di bawah lisensi CC BY-SA 3.0. Kami tidak bertanggung jawab atas ketidakakuratan data yang bersumber dari kontribusi publik tersebut.
- The information displayed on this website is sourced in part or in whole from Wikipedia and has been adapted for the purpose of restating it. We strive to provide accurate and relevant information, however:
- There is no guarantee of absolute accuracy. Wikipedia is an open, collaborative project that can be edited by anyone, so information is subject to change.
- It is not intended to constitute professional advice. The content displayed is for informational and educational purposes only. For important decisions (e.g., medical, legal, or financial), please consult a professional.
- Content copyright. Wikipedia is licensed under the Creative Commons Attribution-ShareAlike License (CC BY-SA). This means that content may be reused with appropriate attribution and shared under a similar license.
- Responsible use. Any risk arising from the use of information from this website is entirely the responsibility of the user.
